PlayStation Classic við 20 innbygdum spølum |
19/09/2018 klokkan 06:00 - HForce
Viðmerkingar (4)
|
![]() Fyri næstan kvartari øld síðani varð tað fyrsta PlayStation avdúkað. Tað bleiv til eitt ekstremt væleydnað projekt, og fyri nógvar ommur og abbar bleiv PlayStation synonymt við eitt spæli-apparat (burtursæð frá abba mínum, sum kallaði alt fyri PlayBoy eftir at hava blandað PlayStation og GameBoy saman). Sony avdúkar nú nýggja PlayStation Classic, ein maskina sum líkist tí upprunaligu, bara minni. Og hon kemur við 20 innbygdum klassiskum spølum, millum tey Final Fantasy VII og Tekken 3. Sony fylgir í fótasporum hjá Nintendo, sum fyri tveimum árum síðani kom út við sínum egna NES Classic Edition. PlayStation Classic verður útgivið tann 3. desember í ár. Tú sært avdúkingar video niðanfyri. |
Viðmerkingar: 4
Síða [1] |
|
![]() ![]() ![]() Stað: - Innlegg: 1992 |
# 1 - 19/09/2018 klokkan 22:14
Sá tað. Umhugsaði at skriva um tað sjálvur bara fyri at fáa eitt sindur av lív í aftur her men tað slapp eg so frá ![]() Nú eigi eg sjálvandi longu tey flestu spølini ið eru á har men mær dámar so mikið væl PlayStation at eg helst keypi ein allíkavæl. Stuttligt at síggja Wild Arms og Jumping Flash á har. |
![]() ![]() ![]() Stað: - Innlegg: 1782 |
# 2 - 20/09/2018 klokkan 10:04
burtursæð frá abba mínum, sum kallaði alt fyri PlayBoy ![]() Men ber tað til at spæla onnur spøl á consolini enn tey 20 innbygdu? |
![]() ![]() ![]() Stað: - Innlegg: 4377 |
# 3 - 22/09/2018 klokkan 10:13
19/09/2018 klokkan 22:14 - Tanerion: Umhugsaði at skriva um tað sjálvur bara fyri at fáa eitt sindur av lív í aftur her men tað slapp eg so frá ![]() So mást tú bara finna uppá okkurt annað. ![]() 20/09/2018 klokkan 10:04 - dekanfari Men ber tað til at spæla onnur spøl á consolini enn tey 20 innbygdu? Eg rokni ikki við tí. Kann mann tað við td NES classic? |
![]() ![]() ![]() Stað: - Innlegg: 247 |
# 4 - 22/09/2018 klokkan 16:41
22/09/2018 klokkan 10:13 - HForce: 19/09/2018 klokkan 22:14 - Tanerion: Umhugsaði at skriva um tað sjálvur bara fyri at fáa eitt sindur av lív í aftur her men tað slapp eg so frá ![]() So mást tú bara finna uppá okkurt annað. ![]() 20/09/2018 klokkan 10:04 - dekanfari Men ber tað til at spæla onnur spøl á consolini enn tey 20 innbygdu? Eg rokni ikki við tí. Kann mann tað við td NES classic? Man kundi mod'a tað |
Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar. |