Nýtt Pokémon Snap kemur til Nintendo Switch


Fyri meira enn tjúgu (!) árum síðani kom Pokémon Snap út til Nintendo 64. Persónliga elskaði eg spælið. Tú ferðast gjøgnum ymisk landsløg full av pokémons og hevur til uppgávu at taka so góðar myndir sum møguligt av teimum.

Nú kemur endiliga ein uppfylgjari. Kreativt nokk eitur spælið New Pokémon Snap, og kemur út til Nintendo Switch. Tað virkar upplagt við motion controls at venda tínum apparati allar møguligar vegir fyri at fáa perfektu myndina.

Vit vita enn ikki nær spælið verður útgivið, men vit hava fingið ein trailer sum tú sært niðanfyri.

24/06/2020 klokkan 06:00 - HForce

Mixer lukkar niður


Streamarin Ninja er ein av størstu nøvnunum í gaming. Hann var ein stór stjørna á Twitch, har hann spældi mest Fortnite. Men so kom Mixer við Microsoft-pengum og lokkaði hann í eina ekslusiva avtalu at bara streama á Mixer. Tað sama gjørdu tey við aðrar stórar streamarar, til dømis Shroud.

Men nú vísir tað seg at tað skuldi meira til fyri at gera Mixer væleydnað. Platformurin lukkar nemliga niður. Tey hava samstundis valt at samstarva við Facebook um at flyta ymsar partnarar yvir har, men tær ekslusivu avtalurnar verða upploystar. Hetta merkir millum annað, at stór nøvn sum Ninja og Shroud aftur sleppa at streama á Twitch.
22/06/2020 klokkan 06:00 - HForce

Dogfights í rúmdini við Star Wars: Squadrons


Spælið Star Wars: Squadrons er avdúkað og kemur til current-gen konsolir seinni í ár. Tú kemur at stýra ymsum skipum úr Star Wars universinum hjá bæði Empire og New Republic.

Spælið hevur eina single-player søgu at spæla gjøgnum, og sjálvandi eisini online multiplayer.

Star Wars: Squadrons kemur út tann 2. oktober til PlayStation 4, Xbox One og PC. Tú sært gameplay trailer niðanfyri.

19/06/2020 klokkan 06:00 - HForce

Aloy kemur aftur í Horizon Forbidden West


Eitt av mínum persónligum yndis spølum er Horizon Zero Dawn til PlayStation 4, og eg hav bíðað spentur eftir at uppfylgjarin bleiv avdúkaður.

Tann tíðin er komin, saman við avdúkingini av PlayStation 5. Horizon Forbidden West verður nemliga útgivið á next-gen maskinuni hjá Sony.

Í avdúkinga trailer síggja vit aftur hetjuna Aloy á einum nýggjum ævintýri. Har eru livandi maskinur vit kenna, men eisini spildurnýggjar. Eitt nú ein Lord of the Rings -agtigur krígs-fílur.

Vit vita ikki nær spælið kemur út, bara at tað verður til PlayStation 5 sum kemur út seinni í ár. Avdúkinga trailer er niðanfyri.

16/06/2020 klokkan 06:00 - HForce

Soleiðis sær PlayStation 5 út


Næsta konsolin hjá Sony er officielt avdúkað. Hon eitur sjálvandi PlayStation 5. Konsolin kemur út til jóla í ár, men enn kenna vit ikki prísin.

Nýggja konsolin verður primert hvít, sum víkir frá tí svarta temanum vit hava kent síðani PlayStation 2. Sjálv útsjóndin er framtíðarslig við avrundaðum síðum.

Sum nakað áhugavert kemur PlayStation 5 í tveimum variantum: ein vanligan sum brúkar spøl á fløgum, og ein sum einans riggar við digitalum spølum og altso slett ikki dugir at avlesa fløgur.

Ein vælkomin uppgradering er ein SSD framum ein HDD, sum minkar munandi um loading tíðir.

Tú sært fleiri myndir og upplýsingar á heimasíðuni hjá PlayStation 5.

Niðanfyri sært tú framløguna har PlayStation 5 varð avdúkað.

12/06/2020 klokkan 06:00 - HForce

Cities: Skylines fyri $1 í Humble Bundle


Síðani Cities: Skylines kom út fyri fimm árum síðani havi eg lovað mær sjálvum at eg fari at spæla tað. Tað fari eg endiliga nú.

Spælið er nemliga við í nýggjasta Humble Bundle, og fyri einans $1 fært tú Cities: Skylines grundspælið.

Fyri at geva meira fært tú ymsar DLC pakkar. Hægsta stig í hesum Humble Bundle er $18, sum gevur eina rúgva av DLC pakkum til grundspælið.

Tú finnur nýggjasta bundle við hesari referral leinkju hjá mær.
Um tú heldur at eg eri býttur kanst tú eisini velja hesa leinkju uttan referral kotu.
26/05/2020 klokkan 06:00 - HForce

Eitt nýtt Paper Mario kemur til Nintendo Switch


Pappírs-útgávan av Mario sást fyrst á Nintendo 64 heilt afturi í ár 2000 við spælinum Paper Mario. Nýggjasta innslagið í røðini eitur Paper Mario: The Origami King, og tað kemur til Nintendo Switch tann 17. juli í ár.

Soleiðis greiðir Nintendo frá nýggja spælinum:

Mario faces one of his most thrilling challenges yet in Paper Mario: The Origami King when the dangerous King Olly unleashes his plan to fold the entire world. Just when matters couldn’t get worse, he’s bound Princess Peach’s Castle in giant, colored streamers and transported it to a distant mountain. He’s even transformed Bowser’s minions into Folded Soldiers and enlisted them in his treacherous cause.


Tú sært trailer fyri Paper Mario: The Origami King niðanfyri.

18/05/2020 klokkan 06:00 - HForce

Fá GTA 5 ókeypis til PC


Ert tú ein av teimum fáu sum enn ikki hevur spælt Grand Theft Auto 5? Tú ert kanska typan sum altíð hugsar "nei eg bíði eftir -80% tilboðum á Steam".

So er hetta til tín: Grand Theft Auto 5 er í løtuni púrasta ókeypis á Epic Game Store.

Hetta -100% tilboðið er galdandi fram til 21. mai.

Epic Games Store er spæl-marknaðurin hjá Epic sum roynir at kappast við Steam. Móttøkan hevur ikki verið imponerandi, og tí royna tey eisini at lokka fleiri brúkarar til við til dømis at bjóða ókeypis spøl.

Sjálvur eri eg ikki stórur fjeppari av Epic Games Store. Men eg eri stórur fjeppari av at onkur roynir at kappast við tað nær-monopolið sum Steam hevur á PC spæl distributión.
15/05/2020 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða [1] 2 3 4 5 6 ... 228 229 230 >